Upptakt: Ajax – Tottenham

Champions League: Tottenham skal vinna, ella kemur Ajax í finaluna

Mynd: (Scanpix) Donny van de Beek skoraði einsamalla málið í fyrru uppgerðini

Mynd: (Scanpix) Donny van de Beek skoraði einsamalla málið í fyrru uppgerðini

Í kvøld verður seinna hálvfinalan í Champions League millum Ajax og Totenham. Ajax vann fyrru hálvfinaluna 1-0. Tí er trýst á Tottenham í kvøld, um teir skulu koma í finaluna, sum verður móti Liverpool.

Tottenham hevur tapt fimm av teimum seks seinastu dystunum í øllum kappingum. Liðið er uttan liðskiparan Harry Kane, Harry Winks og miðverjn Davinson Sanchez. Ein annar miðverji, Jan Vertonghen, spælir við masku, eftir ein samastoyd í fyrru hálvfinaluni. Eisini eru Erik Lamela og Serge Aurier tøkir aftur.

##med2## 

Heimaliðið er framvegis uttan Hassane Bande og Carel Eiting, meðan David Neres and Lasse Schöne blivu partvís spardir, tá Ajax vann hollensku steypakappingina um vikuskiftið. Meðan Tottenham ongantíð hevur verið í Champions League finaluni, so hevur Ajax vunnið hana fimm ferðir. Seinast í 1996, og árið eftir var liðið eisini í finlauni, men tapti fyri Juventus.

Champions League hálvfinalur:

Ajax (1) – (0) Tottenham (20.00)

Mynd: (Scanpix) Donny van de Beek skoraði einsamalla málið í fyrru uppgerðini

Mynd: (Scanpix) Jan Vertonghen vandi í masku í gjár