Upptakt B36-AB: Nú eru argjamenn eisini uttan liðskiparan

Betri deildin menn: Argjamenn hava ringar royndir á Tórsvølli, meðan B36 má blanda kortini

Mynd: (Álvur Haraldsen) Sørin Samuelsen (t.h) hevur leikbann til dystin í morgin

Mynd: (Álvur Haraldsen) Sørin Samuelsen (t.h) hevur leikbann til dystin í morgin

Tað verða tríggir dystir í 20. umfari í Betri deildini hjá monnum í morgin. Á Tórsvølli verður grannauppgerð millum B36 og litlabeiggja av Argjum.

Heimaliði skal fáa armarnar niður aftur, eftir søguliga sigurin í Europa League móti The New Saints. Tað er løgið, um tað ikki merkist hjá onkrum spælarum, at teir hava spælt 120 minuttir mikukvøldið. Spurningurin er so hvussu Jákup á Borg velur at blanda kortini.

Hann hevur fleiri evnaríkar spælarar at heita á. Vónin er at Brian Jakobsen nú verður førur fyri at spæla aftur, og tað sama við Hugini Samuelsen, men fyribils eru teir ikki mettir tøkir. Tað verður brúk fyri breiddini komandi vikurnar.

Argjamenn hava tað torført í løtuni. 3-0 ósigurin fyri TB sunnudagin smakkar illa, men ikki líka illa sum seinasta vitjanin á Tórsvølli, tá AB tapti 11-0 fyri HB. Tað skuldi verið løgið, um ikki argjamenn gera nógv burturúr verjupartinum, tí nú manglar eisini liðskiparin, Sørin Samuelsen. Hann hevur leikbann.

B36 hevur vunnið báðar undanfarnu uppgerðirnar í hesum kappingarárinum. 3-0 á Argjum og 4-0 í Gundadali.

##med2##

B36-AB (Beinleiðis á FM1)

Sunnudagin klokkan 14

Dómari: Jóhan Hendrik Ellefsen

Liðtíðindi:

B36:

Ikki við: Erlendur Magnusson (krossband, langtíðarskaddur), Hugin Samuelsen (búkskaði, ógreitt hvussu leingi), Brian Jakobsen (lærkrikin, ógreitt hvussu leingi)

AB:

Ikki við: Filip í Liða (ryggurin), Gert Drangastein (1 vika), Sørin Samuelsen (leikbann, 4 gul)

 ##med3##

Betri deildin menn 20. umfar:

Leygardagin:

TB-KÍ 0-0

NSÍ-EB/Steymur 4-1

Sunnudagin:

B36-AB (14.00) Beinleiðis á FM1

Víkingur-Skála (15.00)

HB-ÍF (18.30) Beinleiðis á FM1

1.204048
2.HB183946
3.NSÍ182038
4.B36172737
5.Víkingur191135
6.ÍF18-1620
7.EB/Streymur19-2419
8.TB20-1314
9.AB19-437
10.Skála18-412

Mynd: (Álvur Haraldsen) Sørin Samuelsen (t.h) hevur leikbann til dystin í morgin