Upptakt: B36-TB (Beinleiðis á FM1)

Betri deildin menn 24. umfar: Aldursforsetin er uttan liðskiparan, meðan heimaliðið skal vinna

Í dag klokkan 15 verður fyrsti dysturin í Betri deildini hjá monnum í 24. umfari. Hann er millum B36 og TB. Árstalsfelagið í Gundadali hevur spælt ein dyst færri enn flestu av kappingarneytunum, men tað er trongt í toppinum, um liðið skal vinna sær pláss í Evropa til komandi kappingarár.

*Dysturin er fluttur til klokkan 18.30 (Hetta er nú broytt)

**Dysturin er fluttur aftur til klokkan 15 og verður á Ovara vølli

Heimaliðið hevur onkra skaða og tað hava verið fleiri spælarar, sum hava verið slitnir í summar av Evropa-fótbólti og eisini U21-landsliðsfótbólti. Hesa ferð situr Eli F. Nielsen uttanfyri við leikbanni, meðan Andrias H. Eriksen hevur trupulleikar við mjødnini. Hugin Samuelsen heldur fram at hava trupulleikar við búkskaða.

Gestirnir eru uttan Poul Ingason og Dánjal Godtfred sum báðir hava leikbann, meðan Eirikur M. Ellendersen er skaddur í nakrar vikur. Musah Armah spælir ikki aftur í ár. Hann bleiv illa skaddur í knænum í summar. Tað verður áhugavert at síggja hvussu aldursforsetin taklar hetta. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá dystinum á Tórsvølli, sum byrjar klokkan 15.

##med2##

B36-TB (Beinleiðis á FM1)

Leygardagin klokkan 15

Dómari: Bjarki Danielsen

Liðtíðindi:

B36:

Ikki við: Eli Falkvard Nielsen (leikbann), Hugin Samuelsen (búkskaði), Andrias Eriksen (mjødnin)

Ivasamur: Andrass Johansen (vøddaskaði)

TB:

Ikki við: Poul Ingason (leikbann), Dánjal Godtfred (leikbann), Musah Armah (knæskaði, restina av árinum), Eirikur M. Ellendersen (ógreitt, 2-3 vikur)

Betri deildin menn 24. umfar:

Leygardagin 17. oktobur

B36-TB (15.00) Beinleiðis á FM1

KÍ-EB/Streymur (18.30) Beinleiðis á FM1

Sunnudagin 18. oktobur

HB-Víkingur (15.00) Beinleiðis á FM1

ÍF-NSÍ (15.00)

Skála-AB (18.00) Beinleiðis á FM1