Upptakt: FC Barcelona – Liverpool

Dysturin millum helst heimsins besta fótbóltsspælara og ársins verjuspælara í Premier League

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi lyftir La Liga steypið um vikuskiftið

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi lyftir La Liga steypið um vikuskiftið

Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í Champions League millum FC Barcelona og Liverpool. Dysturin verður á Camp Nou í Barcelona, har heimaliðið ikki hevur tapt í 31 dystir í Champions League. Hinvegin, so er Liverpool tað einasta enska felagið, sum hevur vunnið á útivølli móti FC Barcelona í eini evropesiskari kapping. Bæði í UEFA Cup í 1975/76 og í Champions League í 2006/07.

FC Barcelona hevur allar mans tøkar uttan Rafinha, sum er langtíðarskaddur. Lionel Messi og Philippe Coutinho spældu fara 45 minuttir í part um vikuskiftið, tá FC Barcelona vann sítt áttanda meistaraheiti upp á bara 11 ár.

##med2## 

Liverpool er í harðari kapping við Manchester City um enska meistaraheitið. Roberto Firmino verður helst klárur, eftir at hann sat yvir í Premier League dystinum fríggjakvøldið móti Huddersfield. Tá kom Alex Oxlade-Chamberlain á vøllin fyri fyrstu ferð í eitt ár. Hann er eisini við í hópinum dystin í kvøld.

Veddingarfyritøkurnar hava FC Barcelona til favoritt at vinna í kvøld, men higartil hevur Liverpool munin hjá veddingarfyritøkunum, tá tað kemur til at vinna Champions League steypið.

Champions League hálvfinalur:

FC Brcelona – Liverpool (20.00)

Í gjár:

Tottenham – Ajax 0-1 (0-0)

0-1 Donny Van de Beek, 15

Mynd: (Scanpix) Lionel Messi lyftir La Liga steypið um vikuskiftið

Mynd: (PFA) Virgil van Dijk er júst kosin til ársins spælara í Premier League