Upptakt: HB-KÍ

Løgmanssteypið: Fyrra hálvfinalan verður í dag

Í dag klokkan 18 verður fyrra hálvfinalan í kappingini í Løgmanssteypinum millum HB og KÍ. FM1 er á staðnum og sigur frá dystinum. Viðmerkjari verður Teitur Joensen. Her er eitt brot úr upptaktini í Sosialinum frá í dag.

Brot úr upptaktini í Sosialinum í dag

Heimaliðið verður uttan norska miðvallaran, Andreas Breimyr. Hann bleiv útskiftur í fyrra hálvleiki í 3-0 sigrinum á EB/Streymi á Eiði sunnudagin. Hartil er Bartal Wardum framvegis skaddur, men Tróndur Jensen spældi allan dystin seinast, og Sebastian Pingel kom á vøllin.

Fyri KÍ sat Torbjørn Grytten uttanfyri móti AB, meðan Óli Ey. Poulsen enn er nakað frá at verða tøkur. Væntandi kemur Ísak Simonsen inn á vinstra bakk, meðan Jesper Brinck og Deni Pavlovic vera í miðverjuni. Deni bleiv skiftur út í seinna hálvleiki í 4-0 sigrinum á Argjum sunnudagin.

- Vit skifta Deni Pavlovic út. Hann er í gongd við at koma í toppform aftur, og vit skifta Jóannes Bjartalíð, fyri at spara hann eitt sindur. Vit fáa eisini sett ferðina eitt sindur niður móti endanum av dystinum, segði KÍ-venjarin eftir dystin. Hann bleiv eisini spurdur um hvat hann ætlar í Gundadali í kvøld.

- Eg havi ikki so nógv at siga um hvat vit ætla, men tað er ongin ivi um, at tað verða tvær javnar hálvfinalur millum tvey jøvn lið. Vit hava eftirhondini nógvar royndir til slíkar dystir. Vit fara at gera okkum ómak, fyri at koma til Havnar og spæla ein dyst, sum gevur okkum fyrimun, segði Mikkjal Thomassen eftir dystin á Argjum sunnudagin.

Nógv bendir á, at hetta verður javnur dystur, har bæði liðini vera væl fyrireikaði. Hóast HB hevur fingið eina heldur misjavna byrjan upp á kappingarárið, so er nokk lítíð at ivast í, at liðið verður uppsett til hendan dystin. Helst verður einki avgjørt undan seinnu hálvfinaluni. 

Sosialurin tippar: 1-1