Upptakt: Kappingarárið stendur uppá spæl hjá SÍ

Flogbóltur: Mjølnir er greiður favorittur hjá kvinnunum, men SÍ hevur vunnið á júst teimum

Leygardagin klokkan 13.30 verður steypafinalan hjá kvinnum í flogbólti millum Mjølnir og SÍ. FM1 hevur beinleiðis frásøgn frá steypafinaluni.

Mjølnir er greiður favorittur hjá kvinnunum. Tað hevur ikki gingið so væl í hond hjá sørvágskvinnum í ár samanborið við undanfarin ár, men SÍ er júst annað av teimum liðunum, sum hevur vunnið á teimum Mjølni í hesum kappingarárinum. Og hetta kann bjarga árinum hjá sørvágskvinnum, skrivar Flogbóltssambandið í tíðindaskrivi undan steypafinalunum.

SÍ, sum hevur vunnið fleiri meistaraheiti, hevur ikki klárað seg væl í ár. SÍ er á fimta plássi í landskappingini, seks stig aftanfyri Mjølnir. Hyggja vit eftir teimum dystum, sum liðini hava spælt sínamillum í ár, so eru sørvingar eitt av tveimum liðum, sum hava vunnið á Mjølnir í ár, og tí er slett ikki óhugsandi, at SÍ júst leygardagin kann koppa Mjølni.

Vaknaðar í seinastuni

SÍ hevur tikið seg fram í seinastuni og vunnið á Mjølni. Tann dysturin, sum varð spældur í Badmintonhøllini í Klaksvík, endaði við 3-1 sigri til SÍ. Síðan tá hava sørvágskvinnur í steypakappingini eisini víst, at tær eru til dystin fús. Tær vunnu sín bólk í innleiðandi spælinum, og tær vunnu eisini hálvfinaluna móti Fleyr. Tí er ikki vist, at úrslitið av finaluni er so upplagt, sum fleiri vilja gera hana til.

##med2## 

Mjølnir er fremst í landskappingini, og SÍ er næstaftast av teimum seks liðunum í landskappingini, men tað er ein finala og tá kann so nógv henda, meta tey í Flogbóltssambandinum.

##med3##