Upptakt: Liverpool hevur liðskiparan við aftur

Champions League: Jordan Henderson er klárur, men ein lyklaspælari manglar

Í kvøld verða tvær av seinnu 1/8 finalunum í Champions League. Liverpool tekur á heimavølli móti Atletico Madrid, sum vann fyrra dystin 1-0. Í París verða ongir áskoðarar, tá Borussia Dortmund kemur á vitjan við einum 2-1 sigri í bagaguni.

Liverpool (0) – (1) Atletico Madrid (20.00)

Jurgen Klopp, venjarin hjá Liverpool, hevur boðað frá at liðskiparin, Jordan Henderson, verður klárur til dystin í kvøld. Tað verður málverjin, Alisson Becker, ikki. Hann bleiv skaddur til venjing fyri kortum og verður ikki klárur enn.

Atletico Madrid hevur porgugisiska stjørnuskotið, Joao Felix, við hesaferð. Hann var ikki við í 1-0 í Madrid seinast. Thomas Lemar og Alvaro Morata eru ivasamir saman við Kieran Trippier, sum hevði trupulleikar í dystinum móti Sevilla um vikuskiftið. Tað verða áskoðarar til dystin á Anfield í kvøld.

Paris Saint-Germain (1) – (2) Borussia Dortmund (20.00)

Tað verður ongir áskoðarar til hendan dystin. Frakland er hart rakt av coronasmittuni og mynduleikarnir hava avgjørt, at ongin sleppur at vera á leikvøllinum, meðan dystin verður spældur.

Stóra ivamálið hjá heimaliðnum er franski heimsmeistarin, Kylian Mbappé. Hann hevur verið sjúkur í vikuni og er testaður fyri corona, men testin var negativ. Tó hevur sjúkan ávirkað skjóta áleyparan. Bæði Marco Verratti og Thomas Meunier sita uttanfyri við leikbanni, meðan Ander Herrera er skaddur. Thiago Silva og Colin Dagba eru skaddir.

Gestirnir hava Erling Braut Håland kláran. Hann skoraði bæði málini í 2-1 sigrinum í fyrra dystinum. Marco Reus og danski miðvallarin, Thomas Delaney, sita uttanfyri í kvøld.

Champions League 1/8:

Liverpool (0) – (1) Atletico Madrid (20.00)

Paris Saint-Germain (1) – (2) Borussia Dortmund (20.00)