Upptakt: So byrjar Champions League aftur

Champions League: Atletico Madrid, Liverpool, Borussia Dortmund og PSG spæla í kvøld

Mynd: (Scanpix) Mohamed Salah og Neymar skulu báðir spæla á útivølli í dag

Mynd: (Scanpix) Mohamed Salah og Neymar skulu báðir spæla á útivølli í dag

Í kvøld verða tvær av fyrru 1/8 finalunum í Champions League endaspælinum. Hetta eru fyrstu dystirnir síðani bólkaspælið endaði í desember 2019. Liverpool er aftur har teir vunnu Champions League, meðan Neymar er tøkur fyri PSG.

Atletico Madrid – Liverpool (Klokkan 20.00)

Liverpool er aftur á Wanda Metropolitano í Madrid, har liðið 1. juni í fjør vann Champions League steypið. Nú er mótstøðan Atletico Madrid, sum ikki er heilt har teir hava verið fyri nøkrum árum síðani. Diego Costa er tøkur, meðan Alvaro Morata og Jose Gimenez vóru í hópinum um vikuskiftið. Alvaro Morata spældi 25 minuttir. Joao Felix og Kieran Trippier eru væntandi ikki tøkir.

Hjá Liverpool er Xherdan Shaqiri ikki blivin klárur, meðan Nathaniel Clyne er langtíðarskaddur. Japanska innkeypið í vetur, Takumi Minamino, er við í hópinum. Hann var ikki við í hópinum móti Norwich farna vikuskiftið.

##med2## 

Liverpool og Atletico Madrid hava spælt fýra ferðir móti hvørjum øðrum í Evropa. Í 2009/10 vann Atletico Madrid í hálvfinaluni í Europa League. Liðini hittust eisini árið fyri í bólkaspælinum í Champions League. Báðir dystirnir endaðu við javnleiki 1-1.

Liverpool hevur ikki vunnið á útivølli móti spanskari mótstøðu síðani 1-0 sigurin á Real Madrid á Santiago Bernabeu í 2009, men seinast Liverpool spældi í Spania var í summar, tá teir vunnu Champions League finaluna móti Tottenham.

Atletico Madrid hevur staðið seg væl á heimavølli í endaspælinum í Champions League, tá Diego Simeone hevur verið venjari. Í 12 heimadystum hevur Atletico Madrid vunnið átta og spælt fýra javnleikir. Vert er eisini at býta merki í, at í hesum 12 dystunum er bara tvey mál farin í gjøgnum. 

Borussia Dortmund – Paris Saint Germain (Klokkan 20.00)

Hetta verður uppgerðin Erling Braut Haaland og Neymar. Norska stjøtnuskotið hjá Borussia Dortmund og brasilsku stjørnuna hjá PSG. Erling Braut Haaland er keyptur úr Red Bull Salzburg, meðan Neymar hevur sitið uttanfyri við skaða, men verður væntandi klárur í kvøld.

 ##med3##

Borussia Dortmund verður uttan Marco Reus, Thomas Delaney og Julian Brandt, meðan PSG verður uttan Colin Dagba og Abdou Diallo. Presnel Kimpembe is ivasamur. PSG er ikki komið víðari úr 1/8 finalunum í Champions League seinastu trý árini. 

Champions League 1/8 finlaur:

Atletico Madrid – Liverpool (20.00)

Borussia Dortmund – Paris Saint Germain (20.00)

Mynd: (Scanpix) Mohamed Salah og Neymar skulu báðir spæla á útivølli í dag

Mynd: (Scanpix) Diego Simeone, venjari hjá Aletico Madrid, heldur fyri at Liverpool er ein sterk mótstøða

Mynd: Erling Braut Haaland