Úr AC Horsens til KÍ

KÍ hevur í dag fingið tilgongd av 24 ára gamla Sebastian Avanzini

KÍ hevur í dag fingið tilgongd av 24 ára gamla Sebastian Avanzini, sum hevur spælt við AC Horsens í donsku Superliguni saman við føroyska landsliðsspælaranum, Halli Hansson.

Sebastian Avanzini er úr Italia, men hevur danskan ríkisbrogaraskap, skrivar Norðlýsið. Hann hevur spælt á fleiri plássum, men er ætlaður miðvøllinum. Sátmálin er galdandi fyri 2020 og Norðlýsið skrivar at hópurin hjá KÍ helst er endaligur nú.

Nýggir í hópinum eru Odmar Færø, Ole Erik Midtskogen, Abubakar Ibrahim Aliyu, Alessio Hyseni og Sebastian Avanzini.