Úr KÍ til ÍF

Steinbjørn Olsen og Ólavur Niclassen fáa ein gamlan liðfelaga við í bilin til fuglafjarðar

Í kvøld kann ÍF kunngera, at Gunnar Christiansen hevur gjørt ein tvey ára sáttmála við felagið. Tað boðar felagið frá á Facebook. Hann er tann triði spælarin, sum skiftir frá KÍ til ÍF í vetrarsteðginum.

- Gunnar er uppvaksin í KÍ, har hann í 2020 spældi á 1. Deildarliðnum, men hann er ikki ókendur á ÍF liðnum. Hann hevur nemliga umboðað okkum í fýra ár frá 2016 til 2019. Til samans hevur Gunnar spælt 57 dystir í bestu deildini í Føroyum, skrivar ÍF á Facebook.

Undan honum hava bæði Steinbjørn Olsen og Ólavur Niclassen skift frá KÍ til ÍF.