Úr Savninum: Eysturríkskur fjeppari slapp at práta við Jens Martin

Í 2009 slapp ein eysturríkskur fjeppari at práta beinleiðis við føroysku Landskrona-hetjuna á Rás2

Tekning: Joel Benjamin

Tekning: Joel Benjamin

Millum tey 1.300 hjálparfólkini á oyggjaleikunum á Álandi í 2009 varð Doris Griessner úr Eysturríki. Á heysti í 2008 var Doris til eina listaframsýning á Leopold Museum í Wien. Talan var um eina serliga føroyska listaframsýning. Ein partur av listaframsýningini var, at dysturin millum Føroyar og Eysturríki í Landskrona á sinni, var sýndur í einum sjónvarpi, har ein kundi velja ímillum at hoyra tað eysturríksku ella tað føroysku frásøgnina. Tiltikna húgvan hjá Jens Martin Knudsen var eisini sýnd fram á listaframsýningini. Doris Griessner er ein stórur Jens Martin Knudsen fjeppari, og hevði eitt brennandi ynski um at sleppa at møta Jens Martini Knudsen.

Hilmar Jan Hansen syrgdi fyri, at Jens Martin Knudsen kom á linjuni, og Doris fekk sítt lívs yvirraskilsi, tá hon slapp at tosa við Jens Martin. Hon var ovurfegin, og fortaldi vítt og breitt um stóru upplivingina hon hevði havt í studionum hjá Rás2 í Mariehamn.

Fjølmiðlamenn úr øðrum oyggjum frættu um ta stuttligu hendingina, og teir høvdu tað sum ein part av sínum oyggjaleikafrásagnum:- Tit góvu mær eina ógloymandi uppliving, greiddi ein fegin Doris Griessner frá í beinleiðis sending á Rás2 á sumri í 2009.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra eitt minniligt prát, ið oyggjaleikavertirnir hjá gamla Rás2 (Eyðun Klakstein og Heri Simonsen) gjørdu við Doris Griessner á oyggjaleikunum á Álandi á sumri í 2009.

Klokkan 15 til 17 í dag verður ein serlig Landskrona-sending á FM1, har prátað verður við ymiskar spælarar og aðrar, ið vóru knýttir at landsliðshópinum í fyrstu undankapping okkara. 

 

 

Tekning: Joel Benjamin

(Úr savninum: Tá eysturríkskur fjeppari óvæntað slapp at práta við Jens Martin Knudsen)