Úr savninum hjá FM1: Tá havnarliðini kiksaðu á ólavsøku í 2010

(FM1) Hoyr minnisbrot frá ólavsøkuni í 2010, tá landskappingardystir á fyrsta sinni í nýggjari tíð vóru spældir á ólavsøku

Símin Hansen (Mynd: b71.fo)

Símin Hansen (Mynd: b71.fo)

##med2##

Í mong ár vóru bara steypadystir spældir á ólavsøku, har eingi stig í landskappingini vóru uppá spæl, og teir dystirnir vóru sjáldan serliga áhugaverdir.

Hetta bleiv broytt í 2010, og hesi farnu 10 árini hava HB og B36 havt heimadystir á ólavsøku, har stig í landskappingini standa uppá spæl.

Men júst hetta fyrsta árið heilkiksaðu havnarfeløgini á ólavsøku.

HB tapti sensasjónelt 1-2 móti B71, og B36 var greitt við undirlutan móti Víkingi og tapti 1-3

Símin Hansen og Mads Hentze skoraðu málini fyri B71. Fróði Benjaminsen skoraði málið hjá HB.

Sam Jacobsen, Páll A. Klettskarð og Sølvi Vatnhamar skoraðu málini fyri Víking. Jákup á Borg skoraði málið hjá B36. Dimitrije Jankovic var vístur av vølli minuttin aftaná Jákup á Borg hevði lagt B36 á odda, og mátti B36 spæla 87 minuttir 10 móti 11 málum. 

Á ljóðfíluni ber til at hoyra minnisbrot frá FM1 frá ólavsøkuni í 2010. Umframt málini hoyra vit Símin Hansen hjá B71 og Niclas Niclasen, liðskipara hjá Víkingi seta orð á sigrarnar hjá útiliðunum á ólavsøku í 2010. Tróndur Arge segði frá, og Helgi L. Petersen var viðmerkjari til dystarfrásøgnina.

Seinasta finalan um løgmanssteypið á ólavsøku var í 2009 tá Víkingur vann 3-2 á EB/Streymi. Núverandi leisturin við heimadystum hjá HB og B36 í landskappingini leiktir á ólavsøku hevur víst seg at rigga væl. 

Símin Hansen (Mynd: b71.fo)

(Tá HB og B36 taptu á ólavsøku fyri 10 árum síðani í 2010. Minnisbrot frá FM1)