Uros: Eg var óheppin við brotssparkinum (FM1)

(FM1) Hoyr annan málskjúttan hjá AB, Tóka av Lofti og annan av málskjúttunum hjá ÍF, Uros Stojanov seta orð á 2-2 javnleikin millum AB og ÍF

Mynd: (Bjarni Enghamar) Uros Stojanov hevur skorað til 1-0

Mynd: (Bjarni Enghamar) Uros Stojanov hevur skorað til 1-0

##med2##

ÍF hevur nú líka nógv stig - 20 stig - sum lokali kappingarneytin, Víkingur, og AB kom eitt stig nærri TB, ið liggur á áttanda plássinum.

Tað stendur greitt aftaná AB og ÍF leiktu javnleik 2-2 úti í Vika á Argjum í kvøld. 

AB – ÍF 2-2 (1-1)

0-1: Uros Stojanov (34.)

1-1: Bjarki C. Nielsen (45.)

1-2: Gundur E. Petersen (49.)

2-2: Tóki á Lofti (58.)

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra frá FM1: 

1) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við Tóka á Lofti, ið skoraði eitt mál og legði upp til hitt málið hjá AB. Tóki heldur, at AB veruliga hevði møguleikan at vinna ein sigur í kvøld, men teir fingu ikki nóg nógvar bóltar framvið væl leikandi Jákup Nolsøe Olsen í ÍF-málinum. 

2) Hoyr samrøðuna reportarin hjá FM1, Tróndur Arge gjørdi við toppskjúttan í Betrideildini, Uros Stojanov sum hevði eitt "Jekyll og Hyde" avrik fyri ÍF í kvøld við bæða at skjóta mál, og við at brenna brotsspark. - Eg var óheppin, sigur Uros um brenda brotssparkið. Uros er glaður fyri at spæla við ÍF, og hann sigur seg hava longt við ÍF til 2022 fyri at skjóta fleiri mál fyri felagið. 

HER  ber til at hoyra Trónd Arge siga frá hæddarpunktunum. Hoyr eisini viðmerkjaran hjá FM1 taka samanum dystirnar í Betrideildini, ið vóru leiktir í kvøld. 

##ms##

Mynd: (Bjarni Enghamar) Uros Stojanov hevur skorað til 1-0

(Samrøður: Tóki av Lofti og Uros Stojanov)