Uros heldur fram í Fuglafirði

ÍF og toppskjúttin hava skrivað undir nýggjan tvey ára sáttmála

Tað er eingin loyna, at tað hevur vakt ans í fleiri feløgum, at ÍF í Uros Stojanov eigur vandamiklan álopsspælara. Hóast ÍF ikki telist millum tey liðini, sum hava skorað flest mál, so er Uros Stojanov toppskjútti.

Sáttmálin millum ÍF og toppskjúttan hevur bara verið galdandi fyri 2020. Tað er loyvt at tosa við spælarar, tá ið tað eru færri enn seks mánaðir eftir av sáttmálaskeiðnum, og væl vitandi keldur vita at siga, at fleiri feløg hava dyrgt eftir at fáa toppskjúttin í sítt felag.

Nú er tað greitt, at Uros Stojanov fer at halda fram at spæla fótbólt í Fuglafirði. Tað veit ÍF at siga í kvøld.

ÍF og 31 ára gamli Uros Stojanov hava í dag skrivað undir nýggjan sáttmála, sum ber við sær, at toppskjúttin verður í Fløtugerði í hvussu so er fram til kappingarlok í 2022.

Uros Stojanov hevur spælt allar 12 landskappingardystirnar á tamb, og hann hevur skorað 10 av teimum 17 málunum, sum fuglfirðingar hava fingið.

Síðstu vikurnar hevur ÍF skrivað sáttmálar við Jan Ó. Ellingsgaard, Karl Løkin, Pól Jákup Lundsbjerg, Ari Ó. Ellingsgaard og Jákup Nolsøe Olsen. Felags fyri teir er, at teir eru galdandi fram til og við kappingarárið 2022.