USA hevur 18 koronutilburðir stutt fyri HM

Tað sigur landsliðsvenjarin hjá USA, norðmaðurin Robert Hedin, við Aftenposten.

– Vit vórðu kannaðir allan vegin ígjøgnum og tóku snarkanning so seint sum í gjár. Tær vóru negativar, men tá vit fóru inn á síðuna fyri fyrru kanningarnar, vóru 18 spælarar positivir.

– Vit halda, at ein teirra, sum kom úr USA, hevur havt smittuna við sær, men vit vita tað ikki, sigur hann.