Myndir: Ritzau Scanpix

USA vann á Hollandi og varðveitir HM-trúnuna

Við tveimum málum í øðrum hálvleiki vunnu fótbóltskvinnurnar úr USA HM finaluna ímóti evropameistarunum úr Hollandi við 2-0.

Myndir: Ritzau Scanpix

Fótbóltskvinnurnar úr USA eru bara eitt sindur betri enn hinar.

Í dag vunnu amerikanarar fyri fjórðu ferð á rað HM-heitið, tá Holland mátti leggja rygg til 2-0 tap í finaluni.

Við finalusigrinum hevur USA vunnið helmingin av teimum átta endaspælunum, sum hava verið síðani 1991, tá atljóða fótbóltssambandið FIFA fór undir kappingina fyri fystu ferð.

Hollendsku evropameistararnir vardu seg væl í ein heilan tíma, men máttu geva skarvin yvir, eftir at Megan Rapinoe eftir ein tíma skoraði til 1-0 við brotssparki.

##med5##

Júst Rapinoe, sum hevur skorað seks mál og harvið gjrdist HM-toppskorari, hevur gjørt vart við seg í kappingini.

Á veg í finaluna legði hon seg út í verbalt stríð við Donald Trump, forseta, tá Rapinoe segði, at hon noktaði vit vitja Hvítu Húsini um tær vunnu heimsmeistaraheitið.

##med2##

Tíggju minuttir eftir 1-0 málið økti Rose Lavelle til 2-0, tá miðvallarspælarin smekkaði bóltin í málið frá brotsteigarmarkinum.

Hollendsku kvinnurnar vóru undir stórum trýsti gjøgnum dystin. Tað vóru nakrar stórar bjargingar frá Sari van Veenendaal, sum foraði USA at fáa leiðsluna í fyrra hálvleiki.

##med3##

Eftir fyrsta hálva tíman uttan møguleikar, endaði fyrri hálvleikur við fleiri málmøguleikum hjá USA.

Millum annað fekk Sari van Veenendaal við strektum beini prikað ein bólt út í stonginga.

USA var nærri at økja til 3-0, enn Holland til redusering.

Tað var fyri triðju ferð á rað, at USA spældi seg fram til HM-finaluna. Í 2011 taptu amerikanararnir til Japan. Men fyri fýra árum síðani kunnu tær hevna seg við einum sigri ímóti Japan í finaluni.

 ##med4##

Hesi hava vunnið finalurnar í HM í kvinnufótbólti síðani kapping byrjar í 1991:

2019: USA. Vinnur 2-0 á Holland í finluni.

2015: USA. Vinnur 5-2 á Japan í finaluni.

2011: Japan. Vinnur í finaluni á USA eftir avgerði í brotssparkskapping.

2007: Týskland. Vinnur 2-0 á Brasilia í finaluni.

2003: Týskland. Vinnur 2-1 á Svøríki í finaluni eftir avgerð upp á Golden Goal.

1999: USA. Vinnur finaluna á Kina eftir avgerði í brotssparkskapping.

1995: Noreg: Vinnur 2-0 á Týsklandi í finaluni.

1991: USA. Vinnur 2-1 á Noreg í finaluni.

 

Kelda: Fifa.

/ritzau/

Myndir: Ritzau Scanpix