Útisetar: Føroyingar syrgdu fyri søguligum stórsigri í Norra

Kjartan Johansen var kosin besti maður, tá ið Viking Stavanger vann fyrsta sigurin í Rema 1000-liguni í átta ár.

(Mynd: vikinghk.no) Jónas G. Djurhuus(í bláum v.m.), Kjartan Johansen (uttast h.m.) og Helgi H. Hoydal (nr 22) vunnu fyrsta sigurin í Rema 1000-liguni um vikuskiftið

(Mynd: vikinghk.no) Jónas G. Djurhuus(í bláum v.m.), Kjartan Johansen (uttast h.m.) og Helgi H. Hoydal (nr 22) vunnu fyrsta sigurin í Rema 1000-liguni um vikuskiftið

Føroyskur hondbóltur er umboðaður í fremstu norsku deildini við Viking Stavanger, har teir tríggir, Kjartan Johansen, Jónas Gunnarsson Djurhuus og Helgi Hildarson Hoydal spæla, umframt at fyrrverandi neista- og kvinnulandsliðsvenjarin, Scott Harrington, er venjari.

Viking byrjaði kappingarárið við tveimum avsmurningum: 28-17 ímóti Kolstad og 31-22 ímóti Elverum.

Men í triðju royndini bragdaði. Viking vann stórsigur, 36-26, ímóti Halden, ið hevur nógv ár á baki í fremstu norsku deildini.

Kjartan Johansen var kosin besti leikari á vøllinum, og legði eisini átta mál eftir seg. Helgi H. Hoydal skoraði tríggjar ferðir, meðan Jónas G. Djurhuus fekk góð skoðsmál, men ikki bóltin í netið.

Tað var fyrsti sigurin hjá Viking á ovastu norsku rókini síðani 2012.

Støðan í Rema 1000-liguni (handball.no)

Nr LiðDMálStig
1Elverum 4122 - 94 8
2Drammen 353 - 48 6
3Runar Sandefjord 4110 - 102 6
4ØIF Arendal Elite 389 - 79 5
5Fjellhammer 4113 - 115 3
6Bækkelaget Håndball Elite 498 - 105 3
7Kolstad 381 - 81 2
8FyllingenBergen 387 - 81 2
9Nærbø 385 - 85 2
10Viking Håndball 375 - 85 2
11Halden Topphåndball 4113 - 128 2
12Haslum HK 256 - 62 2
13Sandefjord 475 - 92 1

 

 

(Mynd: vikinghk.no) Jónas G. Djurhuus(í bláum v.m.), Kjartan Johansen (uttast h.m.) og Helgi H. Hoydal (nr 22) vunnu fyrsta sigurin í Rema 1000-liguni um vikuskiftið