Útisetar: Tríggir føroyingar vunnu á tveimum í Íslandi

Áki, Allan og Nicholas vunnu á Rógva og Vilhelmi um vikuskiftið

Áki Egilsnes skoraði seks ferðir ímóti landsmonnunum í Fram

Áki Egilsnes skoraði seks ferðir ímóti landsmonnunum í Fram

Um vikuskiftið brustu føroyingar saman á bæði íslendskum og donskum leikvøllum. Og føroyingar stóðu í fleiri førum eftir sum avgerandi leikararnir.

Í fremstu íslendsku mansdeildini -  Ólisdeildini -  eru fimm føroyingar í tveimum feløgum. Og hesi bæði feløg brustu saman longu í kappingarársins fyrsta dysti, sum KA vann 23-21 á Fram.

KA úr Akureyri hevur framvegis Áka Egilsnes og Allan Norðberg á liðnum, og í summar er føroyski landsliðsmálverjin, Nicholas Satchwell komin afturat.

Í summar fóru teir báðir, Rógvi Dal Christiansen og Vilhelm Poulsen, eisini til Íslands, har teir skrivaðu sáttmála við Fram úr Reykjavík.

Føroyingarnir allir hittust fríggjakvøldið á Akureyri, og tað vóru heimamenninir, sum kundu frøast eftir leiklok.

KA vann 23-21 í einum dysti, har Nicholas Satchwell hevði ein høvuðsleiklut við nógvum góðum bjargingum. Áki Egilsnes gekk undan í álopinum, har hann í seinna hálvleiki var sera avgerandi. Hann skoraði seks mál henda dagin, meðan Allan Norðberg var á beinkinum fyri tað mesta.

Nýggju føroyingarnir í Fram fingu eisini góða leiktíð, og teir takkaðu fyri álitið. Vilhelm Poulsen skoraði eina ferð, meðan Rógvi Dal Christiansen skoraði fýra mál av strikuni.

Stigatalvan í íslendsku Ólisdeildini: (hsi.is)

NrFelagDStig
1ÍBV12
2Valur12
3Afturelding12
4KA12
5Selfoss12
6Haukar12
7Stjarnan10
8Grótta10
9Þór Ak.10
10Fram10
11FH10
12ÍR10

Áki Egilsnes skoraði seks ferðir ímóti landsmonnunum í Fram