Útseta steypafinalu frá fyrst í apríl til seinast í juni

Týska hondbóltssambandið tekur avleiðingarnar av Corona

Mynd: DHB

Mynd: DHB

Týskland er millum londini har hondbóltur hevur sera stóran áhuga. 

Ein av størstu hondbóltshendingunum í einum kappingarári í Týsklandi er "Final Four" í týsku steypakappingini, har hálvfinalur verða spældar leygardag, og steypafinalan dagin eftir. 

Eftir upprunaligu ætlanini hjá týska hondbóltssambandinum skuldi "Final Four" í steypakappingini hjá monnum verða avgreitt leygardagin 4. apríl, og sunnudagin 5. apríl.

Men týska hondbóltssambandið, DHB hevur tikið avleiðingarnar av Corona, og hevur fyribils flutt "Final Four" tiltakið til vikuskiftið 27. og 28. juni. Tá vónar DHB, at landskappingin í Bundesliguni kann verða avgreidd. 

Hálvfinalurnar eru hesar: 

  1. MT Melsungen – TSV Hannover-Burgdorf
  2. TBV Lemgo Lippe – THW Kiel

"Final Four" dystirnir verða spældir í Barclaycard Arena høllini í Hamburg.

Mynd: DHB