Væl mannað hondbóltspanel á FM1 í dag

(FM1) Julian Johansen, Mark Lausen-Marcher og Viviann Petersen vóru gestir hjá Sjúrði H. Hoydal í SportBoxini á FM1

Julian Johansen, Mark Lausen-Marcher og Viviann Petersen mannaðu hondbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag

Julian Johansen, Mark Lausen-Marcher og Viviann Petersen mannaðu hondbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag

##med2##

Fyrsta av fleiri hondbóltspanelinum í SportBoxini á FM1 var seinnapartin klokkan 15 í dag.

Dagsins hondbóltspanel var mannað við Julian Johansen, Mark Lausen-Marcher og Viviann Petersen.

Evnini vóru:

1) Saman við Julian og Mark var litið aftur á fantastisku U17-kappingina European Open í Gøteborg, ið Føroyar vunnu.

2) Uppgávan hjá føroyska kvinnulandsliðnum móti Pólandi á útivølli komandi mikukvøld klokkan 19.30.

3) Gongdin og komandi umfarið í Okkara-deildini.

4) Gongdin og komandi umfarið í SMS-deildini.

Í morgin klokkan 14 sigur Sjúrður H. Hoydal frá dystinum í SMS-deildini millum Neistan og VB. Øll kunnu lurta við á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

 

Julian Johansen, Mark Lausen-Marcher og Viviann Petersen mannaðu hondbóltspanelið á FM1 seinnapartin í dag

(Hondbóltspanelið á FM1 20. september 2019)