Væntar at hava allan KÍ-hópin kláran síðst í januar (FM1)

(FM1) Hoyr samrøðu við høvuðsvenjaran hjá KÍ, Mikkjal Thomassen sum er staddur í Noregi í hesum døgum

Nú ger Mikkjal Thomassen klárt til komandi kappingarár, og ikki minst evropeisku avbjóðingarnar

Nú ger Mikkjal Thomassen klárt til komandi kappingarár, og ikki minst evropeisku avbjóðingarnar

##med2##

Høvuðsvenjarin hjá KÍ, Mikkjal Thomassen er staddur i Noregi í útbúgvingarørindum, men eisini hann stillaði upp til eina samrøðu í sendingini "Gullradio" á FM1.

Leygardagurin í farnu viku stendur sum ein glógvandi dagur hjá Mikkjali, har FM loksins kom norður til Klaksvíkar aftur. Mikkjal helt spælararnir vóru í so lítið entusiastiskur til steypahandanina, og tí royndi hann at fáa meir róp í hjá stóru KÍ-fjøldini.

Men Mikkjal hvílir ikki á laurberunum. Hann vil, at KÍ og føroyskur felagsfótbóltur skal standa seg væl í teimum evropeisku avbjóðingunum, ið eru fyri framman, og tað er eisini har altjóða royndirnar hjá Oddmar Færø koma inn í myndina.

Mikkjal væntar at hava allan hópin hjá KÍ kláran seinast í januar mánað.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðuna FM1 hevði við Mikkjal Thomassen í sendingini "Gullradio" á FM1. 

Nú ger Mikkjal Thomassen klárt til komandi kappingarár, og ikki minst evropeisku avbjóðingarnar

(Gullradio-samrøða við Mikkjal Thomassen)