Vágbingar ruddaðu borðið

6-mannafør menn: Smyril vann bæði FM og ólavsøkkuróðurin

Tað vóru sjey stig á muni undan ólavsøkuni. Tí var tað so at siga greitt, at Smyril úr Vági fór at vinna FM í dag.

Í fjør vann Royndin Fríða við dreingjum bæði á ólavsøku og FM. So væl hevur tað ikki stemmað í størru bátunum hjá vágbingum.

Setningurin hjá vágbingum var at vinna á ólavsøku. Tvær ferðir hava vágbingar vunnið FM og tapt á ólavsøku í størru bátunum. Soleiðis var tað hjá 8-mannafarinum Tofta Regin í 2017, og soleiðis var tað í 1980, tá ið 10-mannafarið Vágbingur vann FM.

Tí vóru vágbingarnir umborð á Smyrli so sera fegnir, tá ið teir fóru um málið og vunnu bæði á ólavsøku og FM.

Sundabáturin vildi ikki sleppa, men í endaspurtinum var eingin ivi. Smyril var fyrstur á mál, og Sundabáturin var næstfremst í dag og eisini í FM kappingini.

Merkisvert var tað, at Tindur úr Eysturkommunu vann bronsuplássið í dag.

1Smyril04:37.01
2Sundabáturin04:38.33
3Tindur04:42.26
4Hvessingur04:44.20
5Hósvikingur04:45.23
6Gongurólvur04:45.45
7Páll Fangi04:48.45
8Rádni04:50.13
9Romvlvs04:51.13
10Strálan04:53.29
11Lómur05:06.29

 

 FM

1Smyril49
2Sundabáturin41
3Hvessingur34
4Tindur27
5Gongurólvur16
6Hósvíkingur11
7Riddarin7