Vánaligasti fyrri hálvleikur í longri tíð (FM1)

(FM1) Hoyr liðskiparan, Atla Gregersen og landsliðsvenjaran, Lars Olsen staðfesta eitt vánaligt føroyskt avrik, serliga í fyrra hálvleiki

Atli Gregersen ásannar, at avrikið í fyrra hálvleiki móti Svøríki var út av lagi

Atli Gregersen ásannar, at avrikið í fyrra hálvleiki móti Svøríki var út av lagi

##med2##

Landsliðsvenjarin, Lars Olsen og liðskiparin, Atli Gregersen staðfesta tað báðir, at talan var um ein út av lagi vánaligan fyrra hálvleik hjá føroyska landsliðnum.

Báðir ásanna eisini, at ein risastór uppgáva er fyri framman, tá liðið skal takast við spanska fótbóltsrisan í Gijon sunnudagin klokkan 19.45.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge, reportari hjá FM1 gjørdi við liðskiparan og landsliðsvenjaran. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Gunnar Nielsen og Brandur H. Olsen á FM1 aftaná dystin. 

HER  ber til at hoyra samrøðurnar Tróndur Arge gjørdi við Jóannes Bjartalíð og Hørður Askham, ið fingu debut á landsliðnum í kvøld. 

Atli Gregersen ásannar, at avrikið í fyrra hálvleiki móti Svøríki var út av lagi

(Samrøður: Atli Gregersen og Lars Olsen)