Vánaligur dagur hjá Manchester United

Premier League: Leiðin til Champions League bleiv longri í dag av tveimum orsøkum

Manchester United hevði í dag møguleikan at koma í lovaða landið, sum komandi kappingarár skal spæla í Champions League. Men fyrst vann Manchester City kæruna móti UEFA, sum ger at grannarnir hjá Manchester United sleppa alíkavæl at luttaka í Evropa komandi tvey kappingarárini. Tí skal Manchester United nú blíva nummar fýra, heldur enn nummar fimm fyri at fáa pláss í gyltu kappingini.

Tað kundi Manchester United gjørt við at vunnið á heimavølli móti Southampton í kvøld, men í yvirtíðini skoraðu gestirnir til 2-2. Úrslitið merkir, at Manchester United framvegis er á fimta plássi, nú trý umfør eru eftir.

Manchester United hevur spælt avbera væl síðani koronasteðgin, og tí vóru heimamenninir stórfavorittar. Gestirnir komu á odda, men Anthony Martial og Marcus Rashford vendu dystinum, áðrenn Michael Obafemi í yvirtíðini javnaði eftir hornaspark. Manchester United er nú ájavnt Leicester í stigum, men Leicester hevur betri málúrtøku.

 

 

 

 

 

1Liverpool35303276:2793
2Man City35233991:3472
3Chelsea351861163:4960
4Leicester351781065:3659
5Man United351611861:3559
6Wolves351413848:3755
7Sheffield United351412938:3354
8Tottenham3514101154:4552
9Arsenal351214951:4450
10Burnley351481339:4750
11Everton351291441:5245
12Southampton351361645:5845
13Newcastle3511101436:5243
14Crystal Palace351191530:4542
15Brighton358121536:5236
16West Ham35971944:5934
17Watford358101733:5434
18Bournemouth35872036:6031
19Aston Villa35862138:6530
20Norwich35562426:6721