Vann níggju heiðursmerki í Avstralia

Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen gjørdi um seg í stórari kapping í Avstralia.

Føroyski svimjarin, Signa Vár Dávadóttir Næs Joensen úr Havnar Svimjifelagi, hevur seinastu vikuna luttikið í para-svimjikappingini INAS Global Games í Brisbane, Avstralia.

Og sigast má, at hon veruliga hevur gjørt um seg. Hon vann heili níggju heiðursmerki - trý gull og seks silvur.

Yvirlit yvir heiðursmerkini sæst niðanfyri.

Heiðursmerki

Teinur

Tíð

Gull

100 rygg

1:25.29

Gull

50 rygg

39.46

Gull

100 firvald

1:23.32

Silvur

50 frí

32.95

Silvur

100 bringa

1:38.17

Silvur

200 frí

2:38.48

Silvur

50 firvald

35.84

Silvur

100 frí

1:12.09

Silvur

50 bringa

45.44

Kelda: parasport.fo