VAR aftur fyri kritikki – Bruno takkaði fyri

Premier League: Tað hevur elvt til kjak, at Manchester United í kvøld fekk eitt umstrítt brotsspark

Mynd: (Scanpix) Bruno Fernandes fer umkoll og fær brotsspark

Mynd: (Scanpix) Bruno Fernandes fer umkoll og fær brotsspark

Tríggir teir seinastu dystirnir í 34. umfari í Premier League hava verið í kvøld. Manchester United vann 3-0 á Aston Villa, meðan dystirnir millum AFC Bournemouth-Tottenham og Everton-Southampton endaði við javnleiki. Ávikavist 0-0 og 1-1.

Tá samanumkom vann Manchester United greitt á Aston Villa, sum liggur undir niðurflytingarstrikuni, men tað hevur elvt til kjak, at Manchester United í fyrra hálvleiki fekk eitt umstrítt brotsspark.

At síggja til er tað miðvallarin hjá Manchester United, Bruno Fernandes, sum sjálvur traðkar á vrjuspælaran hjá Aston Villa, sum brotssparkið verður dømt ímóti. Sjálvt Manchester United legendan, Peter Schmeichel, heldur fyri at talan er um álvarsligt mistak. Hendingin fór til VAR, men dømingin stóð við.

Bruno Fernandes umsetti til mál og síðani skifti Manchester United gear. Stórtalentið Mason Greenwood økti til 2-0 og Paul Pogba staðfesti sigurin við máli til 3-0. Manchester United er nú bara eitt stig frá fjórða plássinum, sum gevur atgongd til Champions League komandi kappingarár.

##med2##

1Liverpool34302275:2692
2Man City34223986:3469
3Chelsea341861063:4660
4Leicester34178964:3259
5Man Utd341610859:3358
6Wolves341313845:3752
7Sheffield Utd341312935:3351
8Arsenal341214850:4250
9Tottenham3413101152:4449
10Burnley341471338:4649
11Everton341291341:4945
12Southampton341351643:5644
13Newcastle3411101335:5043
14Crystal Palace341191430:4342
15Brighton348121436:4736
16West Ham34871940:5931
17Watford347101731:5331
18Bournemouth34772032:5928
19Aston Villa34762136:6527
20Norwich34562326:6321

Mynd: (Scanpix) Bruno Fernandes fer umkoll og fær brotsspark