VAR aftur í andglettinum

Premier League: Manchester City fekk aftur eitt mál kolldømt

Mynd: (Scanpix) Gabriel Jesus helt eina løtu, at hann hevði skorað avgerandi málið móti Tottenham, men tað bleiv kolldømt

Mynd: (Scanpix) Gabriel Jesus helt eina løtu, at hann hevði skorað avgerandi málið móti Tottenham, men tað bleiv kolldømt

Sjey dystir vóru í 2. umfari í Premier League vóru í gjár. Liverpool og Arsenal vunnu á ávikavist Southampton og Burnley og eru fyribils oddalið. Manchester City og Tottenham spældu javnleik 2-2.

Manchester City skoraði annars til 3-2 heilt móti endanum av dystinum, men málið bleiv kolldømt, eftir at hava verið gjøgnum VAR – sum er videohjálp til dómararnar. Her bleiv staðfest, at bólturin rakti armin á miðverjanum hjá Manchester City, Aymeric Laporte.

##med2## 

Ongin av spælarum legði merki til nakað og sjónbandabrotini vísa eisini, at Aymeric Laporte onga roynd ger at spæla bóltin við hondini. Nýggja reglugerðin sigur tó, at um bólturin rakar hondina á einum áleypandi spælari – tilvita ella ótilvita – og tað føri til mál, so skal dømast fríspark til liðið í verjustøðu.

Hetta hevur aftur fest eld í kjakið um VAR. Í fyrsta umfari bleiv eitt annað mál hjá Manchetser City kolldømt. Tá vístu myndirnar, at Raheem Sterling var nakrar millimetrar rangstaddur. Spurningurin er so, um VAR skal taka støðu til allar smálutir, ella bara rætta tá talan er um greið mistøk.

 ##med3##

Annars hava bæði Liverpool og Arsenal fult stigatal eftir teprar sigar á Southampton og Burnley. Temu Pukki skoraði hattrik fyri Norwich, sum vann 3-1 á Newcastle, ið tykist verða í álvarsligum trupulleikum.

Premier League 2. umfar:

Arsenal – Burnley 2-1

Aston Villa – Bournemouth 1-2

Brighton – West Ham 1-1

Everton – Watford 1-0

Norwich – Newcastle 3-1

Southampton – Liverpool 1-2

Manchester City – Tottenham 2-2

 

1Liverpool22006:26
2Arsenal22003:16
3Manch.City21107:24
4Brighton21104:14
5Tottenham21105:34
6Bournemouth21103:24
7Everton21101:04
8Manch.Utd11004:03
9Burnley21014:23
10Norwich21014:53
11Sheffield Utd10101:11
12Crystal Palace10100:01
13Leicester10100:01
14Wolves10100:01
15West Ham20111:61
16Aston Villa20022:50
17Newcastle20021:40
18Southampton20021:50
19Chelsea10010:40
20Watford20020:40

Mynd: (Scanpix) Gabriel Jesus helt eina løtu, at hann hevði skorað avgerandi málið móti Tottenham, men tað bleiv kolldømt

Mynd: (Sky Sports) Her rakar bólturin hondina á einum spælara hjá Manchester City

Mynd: (Scanpix) Sadio Mané skoraði annað málið hjá Liverpool í 2-1 sigrinum á Southampton