Vár heldur fram í stórformi - NM gull í 800 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard er norðurlendskur meistari í 800 frí

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti um vikuskiftið stórt nýtt føroyskt met í 400 metra frísvimjing á stuttgeil, og vann sær norðurlendskt silvurheiðursmerki, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Tórshavn svam hendan teinin í tíðini 4:14.59.

##med2## 

Í kvøld hevur tikið enn eitt met, og hesa ferð fylgir eitt NM-gull við. Vár bleiv norðurlendskur meistari í 800 frí í kvøld og setti eitt stórt nýtt føroyskt met við tíðini 8:40.78. Gamla metið, sum hon átti sjálv, var 8:46.64 frá mars.

##med3##

Mynd: (Óli Toftum) Vár E. Eidesgaard