VAR hevur fáar vinir í Premier League

Liverpool fekk takið um Sheffield United, meðan fleiri kappingarneytar settu stig til

Foto: Oli Scarff / Pool AFP

Foto: Oli Scarff / Pool AFP

Í gjár og fyrradagin hava fyrstu dystirnir í sætta umfari í Premier League verið. Liverpool og Leeds munnu verða stóru vinnararnir, meðan VAR aftur er til kjak. Hesa ferð eru tað legurnar í Chelsea og Liverpool, sum fílast á dømingar um vikuskiftið.

Fríggjakvøldið vann Leeds 3-0 á útivølli móti Aston Villa. Sigurin er ein staðfesting av, at Marcelo Bielsa hevur fingið fatur á rætta endanum í Leeds. Patrick Bamford skoraði hattrik, nú Leeds hevur leitað sær millum topp fýra liðini.

Liverpool er eisini rundan um toppliðini, eftir at liðið vann 2-1 á Sheffield United í gjárkvøldið. Tað vóru gestirnir úr Sheffield, sum komu á odda, tá Fabinho bleiv dømdur fyri at hava gjørt fríspark beint uttanfyri brotsteigarmarkið, men eftir ein túr í VAR-rúmið komu boð um, at tað var á brotsteigarmarkinum, sum er nokk til bortsspark. Tað, sum VAR ikki vildi taka støðu til, er at Fabinho á sjónbandamyndunum sær út til at takla bóltin fyrst.

Sheffield United, sum liggur undir niðurflytingarstrikuni, spældi væl og kundi havt økt um leiðsluna í fyrra hálvleiki. Sum klokkan gekk byrjaði Liverpool at svara aftur. Fyri hálvleik javnaði Roberto Firmino, og í seinna hálvleiki stútaði nýinnkeypið, Diogo Jota, bóltin í málið til 2-1.

Á Old Trafford var eisini ein umstrídd støða, sum sæst á myndini ovast. Her heldur Harry Maguire í besta Hulk Hogan stíli um liðskiparan hjá Chelsea, Cesar Azpilicueta, men onki brotsspark. Dysturin endaði við málleysum javnleiki, sum heimaliðið kanska kann iðra seg eitt sindur meiri um, eftir at nýggi málverjin hjá Chelsea, Edouard Mendy, hevði minst tvær góðar bjargingar. Fyri heimaliðið kom Edinson Cavani á vøllin á fyrsta sinni.

Manchester City kom sær eitt sindur í óføri á døgurða leygardagin. Pep Guardiola hevði undan dystinum vunnið níggju ferðir á West Ham við málúrtøkuni 30-3, men hesa ferð endaði tað við javnleiki 1-1, eftir eitt undir miðal avrik frá Manchester City, sum hevur sett fleiri óvæntaði stig til í ár.

Premier League 6. umfar:

Í dag:

Southampton – Everton (14.00)

Wolverhampton – Newcastle (16.30)

Arsenal – Leicester City (19.15)

Mánadagin:

Brighton – West Bromwich (17.30)

Burnley – Tottenham (20.00)

Leygardagin:

West Ham – Manchester City 1-1

Fulham – Crystal Palace 1-2

Manchester United – Chelsea 0-0

Liverpool – Sheffield United 2-1

Fríggjakvøldið:

Aston Villa – Leeds 0-3

1Everton541014:713
2Liverpool641115:1413
3Aston Villa540112:512
4Leeds631212:910
5Crystal Palace63128:910
6Chelsea623113:99
7Leicester530212:89
8Arsenal53028:69
9Wolves53025:79
10Tottenham522115:88
11West Ham622212:88
12Man City52218:88
13Southampton52128:97
14Newcastle52127:97
15Man Utd52129:127
16Brighton51139:114
17WBA50235:132
18Burnley40133:81
19Sheffield Utd60153:91
20Fulham60155:141

Foto: Oli Scarff / Pool AFP