Var í Føroyum í átta ár: Bogdan er rumenskur landsliðsvenjari

Bogdan George Burcea var venjari í StÍF, Tjaldri og H71. Nú er hann venjari hjá nummar fýra við seinasta EM - Sum skal spæla ímóti Føroyum í mai!

Bogdan Burcea hevur ikki gloymt tíðina í Føroyum. Her er hann farin í H71-troyggju til tíðindafund

Bogdan Burcea hevur ikki gloymt tíðina í Føroyum. Her er hann farin í H71-troyggju til tíðindafund

Les meira um Bogdan George Burcea í Ítrottarsosialinum nú mánadagin.

Fyri skjótt tveimum vikum síðani var svenski Tomas Rydal koyrdur sum venjari hjá rumenska A-landsliðnum í kvinnuhondbólti, sum sostatt skuldi hava nýggjan venjara áðrenn landsdystin ímóti Føroyum tann 31. mai.

Og nýggi venjarin kennir nógv til føroyskan hondbólt.

Alt fyri eitt var favoritturin at yvirtaka starvið sum venjari hjá Cristinu Neagu, og hinum rumensku stjørnunum, Bogdan George Burcea.

Hann minnast føroyingar væl. Hann kom til Føroya í 2003, har hann vandi StÍF í fýra ár, áðrenn hann tók fýra ár í Tjaldri.

Eisini starvaðist hann sum ungdómsmennari í H71, áðrenn hann legði leiðina aftur til Rumenia, har hann fekk eitt risastórt úrslit fyrrárið. Tá stóð hann á odda fyri SCM Craiova, sum vann EHF-Cup - næststørstu Evropa Cup-kappingina.

Og nú er hann altso settur í starv sum venjari hjá Rumenia.

Rumenia gjørdist nummar fýra við seinasta EM, og nummar 12 við HM í desember.

Bogdan George Burcea er ikki hin fyrsti venjarin, sum fer úr Føroyum til at venja stórtjóðirnar.

in.fo skrivaði í desember um tveir aðrar. Trýst niðanfyri:

Kyndilsvenjari á odda fyri topp-10-tjóð

Niðurlond vunnu á fyrrverandi neistavenjara

 

Les meira um Bogdan George Burcea í Ítrottarsosialinum nú mánadagin

Bogdan Burcea hevur ikki gloymt tíðina í Føroyum. Her er hann farin í H71-troyggju til tíðindafund