VAR-kaos og verjukiks: Real Madrid tveitti sigurin burtur

Real Madrid var á 2-0 eftir 78 minuttir, men PSG hevði javnað til 2-2 fimm minuttir seinni og tók eina stigið

Mauro Icardi verður feldur og fær brotsspark - men tað verður tikið aftur (Ritzau/Scanpix)

Mauro Icardi verður feldur og fær brotsspark - men tað verður tikið aftur (Ritzau/Scanpix)

Real Madrid - Paris Saint-Germain 2-2 (1-0)

1-0 Karim Benzema (16 min)

2-0 Karim Benzema (78 min)

2-1 Kylian Mbappé (80 min)

2-2 Pablo Sarabia (82 min)

 

Tað var dystur ímillum heimsstjørnur á skránni, tá ið Paris Saint-Germain bjóðaði Real Madrid av á Santiago Bernabeu leikvøllinumí Champions League í kvøld.

Stórfeløgini bæði hittust í fyrsta umfari í einum dysti sum PSG vann 3-0. Alt bendi á at PSG fór at taka fyrsta plássið í bólki A, meðan Real Madrid fór at spæla seg víðari á øðrum plássi. Skuldu liðini vera fullvís í síni væntan, so kravdi tað ein sigur í oddadystinum í kvøld.

Og tað var Real Madrid, sum tóktist vísari, og legði seg eisini á odda eftir einum 16 minuttum.

Tá vann Madrid-verjan bóltin í egnum brotsteigi, førdi bóltin fram og sendi Federico Valverde ígjøgnum. Miðvallarin legði bóltin á skák til Isco, sum prikaði bóltin á stongina. Bólturnar sprakk út aftur í brotsteigin, har Karim Benzema var fyrstur og setti bóltin í málið til 1-0.

Løtuna eftir málið bendi nógv á at Real Madrid fór at økja. Bólturin mundi vera nærhendis brotsteiginum hjá PSG í eitt korter, áðrenn PSG fekk sett nøkur álop ígongd.


Nakað fyri hálvleik tók Real Madrid aftur yvir, og sendi fleiri góð skot ímóti málinum hjá PSG, har fyrrverandi Real Madrid-málverjin, Keylor Navas, tók væl ímóti fleiri skotum.

Brotsspark og reytt kort - og so ikki kortini

Brádliga vann PSG-leikarin, Idrissa Gana Gueye bóltin frá Marcelo, og setti eitt mótálop ígongd.

Støðan endaði við at PSG-áleyparin, Mauro Icardi, fór í kapprenning við Real Madrid-verjuna, og hann fekk eisini prikað bóltin fram við málverjanum, Thibault Cortouis, sum feldi áleyparan.

Dómaran ivaðist ikki eina løtu, floytaði fyri brotssparki og vísti málverjanum reyða kortið.

Men støðan skuldi kannast á VAR – sjónbandaupptøkum.

Og so broyttist støðan fullkomliga, tí á sjónbandinum sá dómarin, at Gana Gueye hevði fírt Marcelo tá ið hann vann bóltin, og so var dómt fríspark til Real Madrid í staðin.

Stutt eftir var hálvleikur, Real Madrid var framvegis á odda 1-0 og hevði allar sínar menn á vøllinum.

 

Real Madrid við tamarhaldi

PSG byrjaði seinna hálvleik við at senda brasilsku heimsstjørnuna, Neymar, á vøllin fyri Idrissa Gana Guye.

Hetta skakaði ikki Real Madrid, tí eftir eini 20 sekund sendi Marcelo bóltin inn til Karim Benzema, sum fekk ein risastóran møguleika at økja, men Navas bjargaði skotinum, beint við stongina.

Real Madrid sat aftur á øllum spælinum, og eftir einar 60 minuttir hevði Real Madrid tríggjar góðar royndir úr stuttari fjarstøðu frá málinum – tvær ferðir eftir upplegg og einaferð við skoti frá Marcelo – men Keylor Navas var fyri hvørja ferð.

Dystarmyndin broyttist einki, og eftir at einar 78 minuttir vóru leiktir var støðan 2-0.

Dysturin avgjørdur - og kortini ikki

PSG hevði váða sær ov langt niðan á vøllin, Luka Modric førdi bóltin ímóti PSG-verjuni, sendi bóltin til vinstru, har Marcelo endaði við at fáa pláss til enn eitt innlegg. Hesaferð fekk Karim Benzema høvdið á og setti bóltin lætt í netið.

Men spenningurin var ikki heilt burtur. Real Madrid-verjan kiksaði, loyvdi Thomas Meunier ígjøgnum í høgru, har bólturin umvegis tveir verjuleikarar endaði hjá Kylian Mbappe, sum hevði tómt mál. 2-1 eftir 81 minuttum.

Og so gekk púra galið hjá Real Madrid. Ein minutt seinni runnu einir fimm áleyparar hjá PSG ímóti brotsteiginum. Angel Di Maria høgdi til mitt fyri, bólturin traff ein verjuleikara og so endaði bólturin fyri fótunum á Pablo Sarabia sum høgdi bóltin í netið úr einum tíggju metrum úr høgru.

2-2 eftir einum 82 minuttum.

Real Madrid fekk ein góðan møguleika beint eftir, men fyrst vardi Navas fyri og í aðru atløgu fór bólturin fitt framvið. Løtu seinni aftur sendi Real Mardid-leikarin Raphael Varane bóltin beint fram við eftir horna, Kylian Mbappe hevði ein góðan møguleika í hinum endanum, og so fekk Real Madrid møguleikan í yvirtíðini.

Real Madrid fekk fríspark einar 20 metrar frá málinum mitt fyri. Gareth Bale slapp at royna seg, og hann sendi bóltin í flottan boga framvið verjugarðinum, men bólturin brast í stongina og út. Lítla løtu seinni var dysturin av, og PSG hevði tryggjað sær fremsta plássi í bólki A.

Mauro Icardi verður feldur og fær brotsspark - men tað verður tikið aftur (Ritzau/Scanpix)