VAR kostaði Halli og Horsens dýrt

Superligan: Nýggi venjarin fekk eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið og VAR spældi inn

AC Horsens og Hallur Hansson taptu 3-0 á heimavølli fyri Randers FC í fyrsta umfarinum í nýggju landskappingini. Alt koppaði seinastu tjúgu minuttirnar, tá millum annað VAR bleiv predenterað í donskum fótbólti.

Tað var málleyst fram til 72. minutt, tá Simon Piesinger legði gestirnar á odda, eftir at AC Horsens stutt frammanundan hevði ein risa møguleika. Síðani kom ein avgerandi løta. Fyrst fekk Bjarke Jacobsen gult kort fyri ein takling, men við hjálp av VAR bleiv tað broytt til reytt kort.

Eftirfylgjandi send Emil Riis Jakobsen frísparkið í málið til 2-0. Nú var brádliga langt á mál og Emil Riis Jakobsen setti punktum, tá AC Horsens royndi at vinna inn aftur á Randers FC. Nýggi venjarin, Jonas Dahl, segði eftir dystin, at hann ikki ætlar at broyta alt í AC Horsens, eftir at Bo Henriksen er givin.

##med2##

##med3##

AC Horsens - Randers FC (13-9-2020)