Vár og landsliðskvinnurnar í stórum stíli

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti í gjár stórt nýtt føroyskt met í 400 metra frísvimjing á stuttgeil

Mynd: (Óli Toftum) Frá vinstru: Vár, Alisa, Signhild og Barbara

Mynd: (Óli Toftum) Frá vinstru: Vár, Alisa, Signhild og Barbara

Vár Erlingsdóttir Eidesgaard setti um vikuskiftið stórt nýtt føroyskt met í 400 metra frísvimjing á stuttgeil, og vann sær norðurlendskt silvurheiðursmerki, tá ið hon í finaluni á Norðurlendsku Meistarastevnuni í Tórshavn svam hendan teinin í tíðini 4:14.59, skrivar Svimjing.com.

Vár átti sjálv føroyska metið á 4:17.18, frá tá ið hon í summar vann gull á Oyggjaleikum á Gibraltar, so hetta var ein flott betring á 2,59 sekund. Vár er úr Havnar Svimjifelag.

##med2## 

Landsliðskvinnurnar føroyskt met í 4×200 frí

Føroyska liðsvimjingin í 4×200 frí fyri kvinnur setti um vikuskiftið nýtt føroyskt met, tá ið tær á Norðurlendsku Meistarastevnuni á stuttgeil 2019 í Tórshavn svumu seg til eitt fjórðapláss í tíðini 8:26.81, einans 1,52 sekund aftanfyri bronsutíðina hjá Estlandi á 8:25.29.

Tær sum svumu fyri Føroyar, vóru Vár E. Eidesgaard úr HS, Signhild Joensen og Barbara Debes úr Ægir, og Alisa Vestergård úr SuSvim. Gamla metið var 8:29.72 frá NM í Bergen í 2015, og var hetta sostatt ein betring á heili 2,91 sekund, skrivar svimjing.com.

Mynd: (Óli Toftum) Frá vinstru: Vár, Alisa, Signhild og Barbara

Mynd: (Óli Toftum) Vár E. Eidesgaard