VAR: Rangstøða ella ei?

Premier League: Hetta er mest umstrídda støðan um vikuskiftið

Um vikuskiftið hevur 11. umfar í Premier League verið og aftur er VAR í andglettinum. VAR, sum er dómarahjálp við video, skuldi av álvara royna seg, tá Liverpool var á vitjan hjá Aston Villa.

Tað er 1-0 til Aston Villa, tá Roberto Firmino skorar upp á innlegg. Hjálpardómarin hevur flaggið á lofti fyri rangstøðu. Støðan fer til VAR, har tað tykist nærmast ógjørligt at meta, um Roberto Firmino er rangstaddur ella ikki.

Fótbóltsviðmerkjarar sum Gary Lineker, Chris Kamara og Andy Gray hava allir víst sína ónøgd við avgerðina. Chris Kamara, sum arbeiðir fyri Sky Sports, er farin so langt sum at siga, at dómararnir í VAR-rúminum tóktist leggja linjurnar soleiðis at dómarin fekk rætt í síni avgerð.

##med2##

VAR hevur verið fyri nógvum atfinningum síðani tað kom í brúk til hetta kappingarárið. Millum annað bleiv Raheem Sterling eisini dømdur rangstaddur í fyrsta umfari í Premier League í ár. Hann var bara fáar sentimetrar rangstaddur, men tað er ivasamt um tøknin kann meta so neyvt.

So er bara eftir at spyrja, rangstøða ella ei?

Here is the VAR call that decided Firmino was offside for Liverpool.