Vár vann eisini gull í 200 metrum blandað

(OYL) Vár E. Eidesgaard hevur vunnið enn eitt gullheiðursmerki í kvøld

Savnsmynd: svimjing.com

Savnsmynd: svimjing.com

So er fjórða føroyska oyggjaleikagullið í svimjing komið í hús. Og fyri fjórðu ferð í kvøld fer tjóðsangurin at ljóma í svimjihøllini á oyggjaleikunum í Gibraltar.

Vár E. Eidesgaard vann kappingini í 200 metrum frí.

Vár E. Eidesgaard vann við tíðini 2:00.74. Gemma Atherley var nummar tvey við tíðini 2:01.60, Olivia Weuro úr Álandi gjørdist nummar trý við tíðini 2:02.43.

Savnsmynd: svimjing.com