Váttað: Heimir gevst í HB

Íslendski venjarin hevur boðað HB frá, at hann ikki heldur fram.

Sum íslendskir miðlar og in.fo hava skrivað seinastu dagarnar og í gjár, so fer íslendski HB-venjarin, Heimir Guðjónsson, heimaftur til Íslands eftir ársskiftið.

Hesi tíðindini váttar HB í dag. HB skrivar á heimasíðuni undir yvrirskriftini "Heimir heim", at felagið hevur tikið ynski hansara um nýggjar avbjóðingar til eftirtektar.

50 ára gamli íslendingurin kom til HB í fjør, har hann longu í fyrstu royndini vann føroyameistaraheitið og førdi liðið til metnógv stig (73).

Sambært íslendskum miðlum, so bendir nógv á, at Heimir Guðjónsson verður venjari í Vali, har føroyski Kaj Leo í Bartalsstovu er í hópinum.

- Vit vilja fegin takka Heimir fyri hesi bæði árini og tann megnar innsats, sum hann hevur gjørt fyri at menna okkara leikarar, styrkja okkara venjingarumhvørvi og lyft okkum sum fótbóltsfelag. Ikki minst takk fyri at hava leitt okkum til meistaraheitið í fjør og tryggja okkum Løgmanssteypið í ár, skrivar hb.fo.

HB skrivar eisini, at arbeiðið við at finna nýggjan venjara longu er farið í gongd.