VB tekur ímóti Kyndli í kvøld

Ein dystur er í SMS-deildini í kvøld

Savnsmynd: Bára Krosslá Mortensen ímóti Kyndli í 2017.

Savnsmynd: Bára Krosslá Mortensen ímóti Kyndli í 2017.

SMS-deildin:

Klokkan 18.00: VB - Kyndil, Høllin í Vági

Kyndil er í tøttum róðri við VÍF á fremstu plássunum í SMS-deildini.

Føroyameistararnir eru eisini stórfavorittar at vinna á VB í Vági, sum enn ikki hevur fingið stig í ár.

Hjá Kyndli resta átta dystir í av grundspælinum og fyri hvørt vunnið stig gerst alsamt greiðari at tær grønu vera at finna í FM-hálvfinalunum í vár.

Hetta er aðru ferð av trimum, at VB og Kyndil spæla í grundspælinum. Fyrsti dysturin endaði 39-18 til Kyndil.

Innanhýsis dystir:

Kyndil – VB 39-18
SMS-deildin: 12/10/2019
Málskjúttar Kyndils
Turið Arge Samuelsen16
Súna Krossteig Hansen10
Bára Krossteig Hansen4
Anja Eliasen2
Beinta Bárðardóttir2
Ásleyg Súnadóttir2
Sólja Poulsen2
Stefanie Laursen1
Málskjúttar hjá VB
Slobodanka Bandobranski6
Dajana Komenda5
Sofía A. Schrøter3
Rannvá Johannesen2
Torgerð D. Suðuroy1
Barbara K. Hjelm1

Støðan í SMS-deildini (hsf.fo)

NummarLiðDystirV.m.T.m.MunurStig
1VÍF113052416418
2Kyndil102721957716
3H71102782334514
4Neistin112692442512
5Stjørnan10250273-238
6StÍF10214300-864
7VB10213315-1020

Savnsmynd: Bára Krosslá Mortensen ímóti Kyndli í 2017.