Veddingarfyritøkur: Føroyar eru favorittur móti Luksemborg

Aftaná góða leikliga avrikið hjá føroyska manslandsliðnum móti Slovakia hava fýra veddingarfyritøkur nú Føroyar sum favoritt

 

 

Fýra altjóða veddingarfyritøkur hava Føroyar sum favoritt til at sigra á Luksemborg í morgin (Mynd: hsf.fo)

Fýra altjóða veddingarfyritøkur hava Føroyar sum favoritt til at sigra á Luksemborg í morgin (Mynd: hsf.fo)

Fýra altjóða veddingarfyritøkur høvdu Slovakia sum rættiliga stóran favoritt til at vinna HM-undanundankappingardystin móti Føroyum. Hægsta oddsið á slovakiskan sigur var bara 1,14. Lægsta oddsið uppá føroyskan sigur var 7,00.

Men aftaná góða leikliga avrikið hjá Føroyum, har slovakar móti dystarenda vóru hepnir at vinna 27-26 hava hesar fýra veddingarfyritøkurnar valt at síggja uppá Føroyar við nýggjum brillum.

Nú eru Føroyar favorittur til at vinna á vertstjóðini, Luksemborg tá liðini spæla klokkan 16.30 í morgin.

Hægsta oddsið uppá føroyskan sigur er 1,65. Lægsta oddsið uppá luksemborgskan sigur er 2,66.

Luksemborg hevur tapt 16-22 móti Slovakia og 22-32 móti Litava.

Føroyar hava tapt greitt 25-36 móti Litava, og tepurt 26-27 móti Slovakia.

Hetta er fyrstu ferð síðani Føroyar kappaðust í Challenge Trophy kappingum, at manslandslið okkara er favorittur hjá veddingarfyritøkunum. 

Tær fýra altjóða veddingarfyritøkurnar hava hesi odds uppá dystin. Føroyar standa skrivaðar sum heimalið til dystin í morgin.

Veddingarfyritøkur: Føroyar-Luksemborg1X2
1xBet 1.628.502.66
bet365 1.608.502.70
BetClic 1.659.002.95
BetVictor 1.608.502.88
Gjøgnumsnitsodds1.628.632.80

 

 

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá HM-undanundankappingardystinum millum Luksemborg og Føroyar á FM1. Gunnar Djurhuus verður viðmerkjari. Sendingin byrjar klokkan 16.10.

Samrøður við venjara og spælarar koma út á in.fo tá dysturin er liðugur.

Øll kunnu hoyra dystarfrásøgnina á www.midlar.fo. Vanligu frekvensirnir hjá FM1 eru FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7. 

 

 

 

 

Fýra altjóða veddingarfyritøkur hava Føroyar sum favoritt til at sigra á Luksemborg í morgin (Mynd: hsf.fo)