Veddingarfyritøkurnar: Føroyar hava ONGAN møguleika móti Danmark

Fleiri av altjóða veddingarfyritøkunum vilja ikki bjóða odds uppá danskan sigur, tí tað er givið hvør vinnur dystin

Sambært altjóða veddingarfyritøkunum hava Føroyar ikki ein livandi møguleika móti Danmark í Gigantium í Ålborg klokkan 17 í dag

Sambært altjóða veddingarfyritøkunum hava Føroyar ikki ein livandi møguleika móti Danmark í Gigantium í Ålborg klokkan 17 í dag

Klokkan 17 sunnudagin spæla Føroyar seinasta EM-undankappingardystin móti Danmark í Gigantium høllini í Ålborg.

Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum millum Danmark og Føroyar á FM1. Gunnar Djurhuus verður viðmerkjari. Byrjað verður við upptakt klokkan 16. Øll kunnu lurta eftir sendingini á www.midlar.fo, og annars á FM 88,7, FM 91,7, FM 93,9, FM 95,5 og FM 98,7.

Danmark er risafavorittur til at vinna á Føroyum, og eingin veddingarfyritøka sum bjóðar odds uppá dystin hevur eitt hægri odds enn 1,01 uppá danskan sigur. Tað er líka BetVictor, ið bjóðar 1,02 uppá danskan sigur. Oddsini uppá føroyskan sigur sveiggja millum 10,95 og 58 hjá altjóða veddingarfyritøkunum.

Gjøgnumsnitsoddsini eru 1,01 uppá danskan sigur, 26,28 uppá føroyskan sigur, og 31,44 uppá javnleik. Átta veddingarfyritøkurnar nokta at bjóða odds uppá danskan sigur, tí tað er givið, at Danmark vinnur á Føroyum.

Veddingarfyritøkur: Odds uppá Danmark-Føroyar1X2
10Bet 1.01 23.25 18.25
1xBet  Eingi odds uppá danskan sigur 45.00 58.00
888sport  Eingi odds uppá danskan sigur 36.00 35.00
bet-at-home  1.01 20.78 10.95
bet365  Eingi odds uppá danskan sigur 45.00 55.00
Betclic  1.02 40.00 20.00
Betfair 1.0123.0012.00
Betsafe  Eingi odds uppá danskan sigur 29.00 21.00
Betsson  Eingi odds uppá danskan sigur 29.00 21.00
BetVictor 1.0223.0013.00
Betway  Eingi odds uppá danskan sigur 23.00 18.00
bwin 1.0123.0015.00
ComeOn  1.01 30.50 22.25
Interwetten  1.01 28.00 14.75
Unibet  Eingi odds uppá danskan sigur 36.00 35.00
William Hill  Eingi odds uppá danskan sigur29.0029.00
youwin 1.0134.0021.00
Betfair Exchange 1.01 20.0011.45
GJØGNUMSNITSODDS: 1.0131.4426.28

Sambært altjóða veddingarfyritøkunum hava Føroyar ikki ein livandi møguleika móti Danmark í Gigantium í Ålborg klokkan 17 í dag