Veddingarfyritøkurnar vænta javnan dyst á Tórsvølli

Oddsini hjá 18 altjóða veddingarfyritøkum uppá B36 og TNS New Saints eru næstan jøvn

Her sæst Andrias H. Eriksen í útidystinum hjá B36 móti TNS New Saints í Champions League undankappingini í 2015

Her sæst Andrias H. Eriksen í útidystinum hjá B36 móti TNS New Saints í Champions League undankappingini í 2015

Í kvøld klokkan 19 skal B36 royna seg í øðrum umfari í Europa League undankappingini á Tórsvølli móti TNS New Saints úr Wales. Dysturin byrjar klokkan 19, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum.

Øll kunnu hoyra FM1 HER

18 altjóða veddingarfyritøkur bjóða odds uppá dystin, og oddsini uppá B36 og TNS New Saints eru næstan jøvn.

Lægstu oddsini uppá sigur til B36 aftaná vanliga leiktíð eru 2,40. Hægstu oddsini uppá sigur til B36 aftaná vanliga leiktíð er 2,60.

Lægstu oddsini uppá sigur til TNS New Saints aftaná vanliga leiktíð eru 2,39. Hægstu oddsini uppá sigur til TNS New Saints aftaná vanliga leiktíð eru 2,60.

So tað er lagt upp til háspenning á Tórsvølli í kvøld klokkan 19.

Tá liðini møttust í Champions League undankappingini í 2015 tapti B36 sera tepurt 1-2 heima, men tapti greitt 1-4 á útivølli. Men viðurskiftini hjá TNS New Saints, ítróttarliga og fíggjarliga eru nakað skerd síðani tá.

Her eru oddsini hjá teimum 18 altjóða veddingarfyritøkunum: 

Vedddingarfyritøkur: B36-TNS1X2
10Bet  2.45 3.55 2.45
188BET  2.39 3.50 2.39
1xBET  2.51 3.66 2.53
888Sport  2.40 3.65 2.60
bet-at-home  2.40 3.45 2.41
bet365 2.503.40 2.50
Betclic  2.48 3.62 2.50
Betfair  2.40 3.60 2.63
Betsafe  2.50 3.60 2.55
Betsson  2.50 3.60 2.55
BetVictor  2.60 3.75 2.60
Betway  2.40 3.60 2.60
bwin 2.453.402.50
ComeOn  2.45 3.55 2.45
Interwetten  2.50 3.50 2.50
Pinnacle  2.58 3.68 2.60
Unibet  2.40 3.70 2.60
William Hill  2.45 3.50 2.45
Betfair Exchange  2.52 3.61 2.50
Gjøgnumsnitsodds:2.473.582.52

Her sæst Andrias H. Eriksen í útidystinum hjá B36 móti TNS New Saints í Champions League undankappingini í 2015