Veit ikki um hann fer at døma hondbólt aftur (FM1)

(FM1) Thomas Juul S. Thomsen, nú fyrrverandi hondbóltsdómari var gestur í Hondbóltspanelinum á FM1

Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen var gestur í Hondbóltspanelinum á FM1 seinnapartin (Mynd: Sjúrður H. Hoydal)

Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen var gestur í Hondbóltspanelinum á FM1 seinnapartin (Mynd: Sjúrður H. Hoydal)

##med2##

Hóast hann er ungur, so hevur hann rættiliga nógv ár á baki sum dómari í bestu hondbóltsdeildunum.

Talan er um Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen, ið fyri stuttum boðaði frá, at hann gevst at døma í hondbólti.

Thomas Juul torir ikki at lova, at hann tekur dómaragerningin uppaftur. Tað er bert nakað sum tíðin kann vísa.

Seinnapartin var Thomas Juul gestur hjá Sjúrði H. Hoydal í sendingini Hondbóltspanelið á FM1 til eitt prát um hugvekjandi og góð minnir frá tíðini hann var dómari í bestu hondbóltsdeildunum.

Thomas Juul viðgongur, at hann tíðum hevur gjørt mistøk.

Hann hevur nógv góð minnir frá tíðini sum hondbóltsdómari, men millum minni góðu minnini eru áskoðarar sum ikki kenna sær hógv, og rópa ókvæmisorð eftir honum og øðrum dómarum.

Á ljóðfíluni omanfyri ber til at hoyra drúgvu samrøðuna, ið var við Thomas Juul S. Thomsen á FM1 seinnapartin.

##med3##

Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen var gestur í Hondbóltspanelinum á FM1 seinnapartin (Mynd: Sjúrður H. Hoydal)

Samrøða: Thomas Juul S. Thomsen, nú fyrrverandi hondbóltsdómari)

Thomas Juul S. Thomsen torir ikki at lova, at hann verður at síggja í leiklutinum sum hondbóltsdómari aftur (Savnsmynd)