Vejle við Viljormi á liðnum er nú á odda í næstbestu deildini

Endiliga fekk Viljormur Davidsen ein dyst frá byrjan hjá Vejle, ið spældi 0-0 móti HB Køge, og er nú á odda í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

Endiliga var Viljormur Davidsen við frá dystarbyrjan tá Vejle vann seg upp á oddasessin aftaná javnleik 0-0 móti HB Køge

Endiliga var Viljormur Davidsen við frá dystarbyrjan tá Vejle vann seg upp á oddasessin aftaná javnleik 0-0 móti HB Køge

Viljormur Davidsen var við frá byrjan tá lið hansara, Vejle í útsettum dysti móti HB Køge á útivølli í kvøld vann seg upp á oddasessin í næstbestu donsku fótbóltsdeildini við einum 0-0 javnleiki. 

Viljormur fekk 70 minuttir á vøllinum áðrenn hann var skiftur út. 

Seinastu 20 minuttirnar trýsti HB Køge, men Vejle stóð móti trýstinum, og fekk togað seg upp á oddasessin í næstbestu fótbóltsdeildini.

Tað er langt síðani Viljormur Davidsen fekk møguleikan frá byrjan á liðnum hjá Vejle, og hjá føroyska landsliðnum og Lars Olsen kemur hetta væl við.

Sambært Twitter-síðuni hjá Vejle var Viljormur Davidsen rættiliga eyðsýndur í kvøld.

Vejle og Fredericia hava bæði 21 stig aftaná 11 dystir, men Vejle hevur betri málmun.

Komandi sunnudag tekur Vejle móti Vendsyssel FF á heimavølli á Nørreskoven leikvøllinum í Vejle.

Støðan:

Nr.
1.Vejle1163222:1221
2.Fredericia1163224:1821
3.Kolding IF1162322:1820
4.Viborg1154218:1219
5.Fremad Amager1144312:1216
6.Vendsyssel FF1151511:1316
7.Nykobing1143421:2415
8.Næstved1133513:1612
9.HB Køge1125414:1711
10.Skive1125416:2011
11.Hvidovre1124515:1910
12.Roskilde1121815:227

 

 

Endiliga var Viljormur Davidsen við frá dystarbyrjan tá Vejle vann seg upp á oddasessin aftaná javnleik 0-0 móti HB Køge