Venjarapar tekur yvir í NSÍ

Formaðurin í NSÍ váttar, at tað verður eitt venjarapar, sum longu eru í venjaratoyminum, sum tekur við

Tað verða Jens Martin Knudsen og Poul Helgi Jacobsen, sum taka við eftir Glenn Ståhl, sum í gjár bleiv koyrdur í NSÍ. Teir hava báðir verið partur av venjaratoyminum hjá NSÍ í hesum kappingarárinum.

- Vit hava sett tveir javntstillaraðar fyribilsvenjarar. Tað eru Jens Martin Knudsen og Poul Helgi Jacobsen, sum longu eru í venjaratoyminum. Tað verður til nýggj loysn fyriliggur, sigur Dánjal Hansen, formaður í NSÍ.

Tað kom púra óvart á, at NSÍ og Glenn Ståhl í gjár fóru hvør sín veg. Komandi dystur hjá NSÍ verður á Argjum sunnudagin.