Venjaratoymi sett til kvinnulandsliðið

Nú er greitt hvørjar Lena Terp fær afturat sær í venjaratoyminum.

Mynd: fsf.fo

Mynd: fsf.fo

Venjaratoymið hjá kvinnulandsliðnum í fótbólti er nú sett, og tað er nú greitt hvørjir skulu hjálpa nýggja høvuðsvenjaranum, donsku Lenu Terp.

Christian Høgni Jacobsen verður hjálparvenjari, Jákup Mikkelsen verður málmansvenjari og Eli Nolsøe Leifsson verður kropsligur venjari. Hesum boðar Fótbóltssamband Føroya frá í dag.

Jákup Mikkelsen og Eli Nolsøe Leifsson hava verið kvinnulandsliðnum síðstu árini, men Christian Høgni Jacobsen er spildurnýggjur maður í heusm høpi.

– Hetta er ein stórur og spennandi møguleiki, sum eg eri glaður fyri at hava fingið. Tað eru ikki allir venjarar, sum sleppa at arbeiða við einum A-landsliði, og so eri eg eisini glaður fyri at sleppa at arbeiða saman við Lene og hinum í venjaratoyminum, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.

- Lene er ein stór íblástrarkelda við drúgvum royndum, og so sær hon fleiri ting, sum vit kanska ikki hava givið okkum far um. Tað er ótrúliga spennandi og læruríkt at vera partur av, sigur hann víðari.

Kvinnulandsliðið var á venjingarlegu í síðsta mánað og skal aftur á venjingarlegu seinni í hesum mánaðinum. Liðið fyrireikar seg til HM-undankapping í heyst. Lutakastið verður síðst í apríl.

Mynd: fsf.fo