Venjarin græt: Niðurtúrurin heldur fram í Liverpool

Premier League: Meistaraglansurin er vekk og Liverpool er í kreppu. Venjarin hjá Southampton var so glaður, at hann græt

Liverpool megnaði annan dystin upp í slag ikki at skjóta mál, tá Liverpool í kvøld tapti 1-0 móti Southampton. Venjarin hjá Southampton var so glaður, at hann fór at gráta eftir dystin.

Southampton kom á odda longu í fyrstu minuttunum, tá Danny Ings hegnisligan lyfti bóltin í málið, eftir lumpisligt fríspark. Restina av fyrra hálvleiki megnaði Southampton at órógva uppspælið hjá Liverpool, sum einki fekk burturúr.

Í seinna hálvleiki legði Liverpool nógv fyri, og kringsetti í løtum brotsteigin hjá Southampton. Tað bleiv tó sjáldan vandamikið. Tey nógvu innleggini blivu avvíst av miðverjuni, meðan málverjin tók tá verjan ikki megnaði tað.

Tá dómarin bríkslaði av fór venjarin hjá Southampton, Ralph Hasenhuettl, á knæ grátandi av gleði. Southampton er nummar seks Premier League, meðan Liverpool framvegis er nummar eitt, men hevur nú spælt ein dyst fleiri enn Manchester United.

1Liverpool1796237:2133
2Man Utd16103333:2433
3Leicester17102531:2132
4Tottenham1685329:1529
5Man City1585224:1329
6Southampton1785426:1929
7Everton1692526:2029
8Aston Villa1582529:1626
9Chelsea1775532:2126
10West Ham1775524:2126
11Arsenal1772820:1923
12Leeds1772830:3323
13Wolves1764718:2422
14Crystal Palace1764722:2922
15Newcastle1654718:2619
16Burnley154479:2016
17Brighton1728721:2814
18Fulham1525813:2311
19WBA17151111:398
20Sheffield Utd1702158:292