Venjarin hevur fingið sekkin

Jóan Símun Edmundsson og liðfelagarnir í Armina Bielefeld skulu nú beinanvegin hava nýggjan venjara

Fyrrapartin var Jóan Símun Edmundsson gestur í nýggju fótbóltssendingini á FM1. Hann greiddi frá um støðuna í týska bundesligufelagnum Armine Bielefeld, har hann er sáttmálabundin, og har leggur nógv fyri í royndini at vinna pláss á besta liðnum.

Í heyst skrivaði Jóan Símun føroyska fótbóltssøgu, tá ið hann var fyrsti føroyingur í fremstu týsku deildini. Hann var á vøllinum 26. september, tá ið Arminia Bielefeld vann 1-0 ímóti FC Køln, og innskifti Jóan Símun Edmundsson skoraði sigursmálið.

Seinnapartin í dag hevur felagið hjá Jóan Símun boðað frá, at venjarin er sagdur úr starvi. Venjarin eitur Uwe Neuhaus, og bæði hann og hjálparvenjarin Petere Nemeth vóru í dag sendir til hús.

Felagið sigur, sum tað í sovornum førum plagar at verða sagt, at partarnir eru samdir um at gevast við samstarvinum. Teir siga seg vera sannførdar um, at liðið eigur dygdirnar, sum skulu til at røkka ítróttarliga málinum, sigur stjórin, Samir Arabi, við heimasíðuna hjá felagnum.

Armina Bielefeld er á 16. plássi í bestu deildini. Tað plássið ber við kappingarlok við sær endaspæl um pláss í bestu deildini ímóti liðnum á triðja plássi í næstbestu deildini.

61 ára gamli Uwe Neuhaus hevur verið venjari í Armina Bielefeld síðani 2018. Hann tryggjaði felagnum uppflyting, og tað var hann, sum keypti Jóan Símun Edmundsson, sum frammanundan spældi við OB í bestu donsku deildini.