Venjarin hjá Gilla hevur bjóðað sær til at verða sjúkrarøktari

Meðan Corona herjar, og Brann Bergen og øll hini liðini hava lagt stilt vónar Lars Arne Nilsen at kunna gera nyttu á øðrum frontum

Høvuðsvenjarin hjá Gilla Rólantsson og hinum í Brann Bergen hevur bjóða seg fram at vera sjálvboðin arbeiðsmegi hjá heilsuverkinum í Bergen nú Corona herjar

Høvuðsvenjarin hjá Gilla Rólantsson og hinum í Brann Bergen hevur bjóða seg fram at vera sjálvboðin arbeiðsmegi hjá heilsuverkinum í Bergen nú Corona herjar

Tey skjótt fýra árini Gilli Rólantsson hevur verið partur av hópinum hjá Brann Bergen hevur 55 ára gamli Lars Arne Nilsen verið høvuðsvenjari.

Gilli Rólantsson, Lars Arne Nilsen og allir hinir í hópinum hjá Brann Bergen eru eisini raktir av Corona, og kemur norska kappingin at liggja still í nakrar vikur.

Besti hópurin hjá Brann Bergen venur ikki fyri tíðini, og tí ætlar Lars Arne Nilsen at gera nyttu á øðrum frontum í hesum Corona-tíðum.

Lars Arne Nilsen er upprunaliga útbúgvan sum sjúkrarøktari, og hann hevur bjóðað heilsuverkinum í Bergen møguleikan at taka hann í starv nakrar vikur, so hann fær veitt eina hjálpandi hond, har tað stendur nógv á hjá heilsustarvsfólkunum.

Lars Arne Nilsen væntar tó ikki, at heilsuverkið í Bergen sendir boð eftir honum soleiðis uttan víðari: - Eg havi meldað meg til at vera sjálvboðin arbeiðsmegi, um tey hava brúk fyri mær. Eg eri jú ein gamal sjúkrarøktari, og sjálvt um eg eri rustaður í fakinum, so eri eg tøkur um tað er brúk fyri mær, men eg vænti tað skal vera verulig kreppa áðrenn tey senda boð eftir mær, sigur Lars Arne Nilsen við norska Eurosport. 

 

 

Høvuðsvenjarin hjá Gilla Rólantsson og hinum í Brann Bergen hevur bjóða seg fram at vera sjálvboðin arbeiðsmegi hjá heilsuverkinum í Bergen nú Corona herjar