Venjarin hjá Halli er ónøgdur: VAR spælir fallit

Superligan: Jonas Dahl er ónøgdur við VAR í samband við eitt reytt kort í 3-0 ósigrinum fyri Randers FC

AC Horsens og Hallur Hansson taptu 3-0 á heimavølli fyri Randers FC í fyrsta umfarinum í nýggju landskappingini. Alt koppaði seinastu tjúgu minuttirnar, tá millum annað VAR bleiv presenterað í donskum fótbólti.

Tað var málleyst fram til 72. minutt, tá Simon Piesinger legði gestirnar á odda, eftir at AC Horsens stutt frammanundan hevði ein risa møguleika. Síðani kom ein avgerandi løta. Fyrst fekk Bjarke Jacobsen gult kort fyri ein takling, men við hjálp av VAR bleiv tað broytt til reytt kort. Hetta er nýggi venjarin hjá AC Horsens alt annað enn nøgdur við.

VAR hevur spælt fallit eftir mínum tykki í hesi støðuni. Tað er ein harður dómur. Sum eg havi skilt VAR, so skal tað bara nýtast, tá talan er um eina greiða feildøming. Her mátti dómarin út á síðulinjuna at hyggja eftir støðuni fleiri ferðir í slowmotion, áðrenn hann broytir dómin, sigur Jonas Dahl við Horsens Folkeblad.

Eftirfylgjandi send Emil Riis Jakobsen frísparkið í málið til 2-0. Nú var brádliga langt á mál og Emil Riis Jakobsen setti punktum, tá AC Horsens royndi at vinna inn aftur á Randers FC. Síggj samandrátt og umstríddu hendingina á sjónbandabrotinum undir her.

##med2##

AC Horsens - Randers FC (13-9-2020)