Venjarin hjá Malta fekk hol á høvdið

EM2020: Eg minnist næstan einki av tjúgu teimum seinastu minuttinum av dystinum

Venjarin hjá Malta, tann líviligi Ray Farrugia, fekk hol á høvdið, tá Malta fríggjadagin tapti 7-0 móti Spania. Miðskeiðis í seinna hálvleiki rendi hann høvdið á takið á bonkinum og fór at bløða. Berskølti venjarin fekk hjálp og eitt plástur á høvdið.

- Eg minnist næstan einki av tjúgu teimum seinastu minuttinum av dystinum. Vit spældu móti besta liðnum í heiminum, tað eri eg ikki í iva um. Omaná tað heila skora spaniólar fýra mál upp á hornaspark, sigur Ray Farrugia.

##med2##

Ray Farrugia er ein teimum meiri lívligu venjarnum, sum Føroyar hava spælt ímóti seinnu árini. Hann er bæði lívligur tá dystur er, og tá hann sleppur framat eini mikrofon. Skal ein av venjaratoyminum hjá Føroyum fáa líknandi skaða, so tykist tað meiri sannlíkt at tað verður Jóannes Jakobsen heldur enn Lars Olsen.