Venjing á Tórsvølli: Eykaspælararnir løgdu nógv fyri

Brandur Hendriksson væntar at verða klárur til dystin móti Malta

Føroyska landsliðið vandi fyrrapartin í dag á Tórsvølli, eftir at hava tapt 3-0 móti Rumenia í gjár. Spælararnir, sum spældu í gjár, høvdu eina lætta venjing, har dysturin skal úr beinunum, meðan eykaspælararnir høvdu fulla venjing.

Her má sigast, at spælararnir løgdu nógv fyri og teir royndu hvør í sínum lag at spæla seg á liðið. Teir bæði spældu innanhýsis dyst og skutu upp á mál, meðan restina av spælarunum hugdu at.

##med2## 

Bæði Brandur Hendriksson Olsen og Rógvi Baldvinsson blivu skiftir út í dystinum í gjár, men fyrstu meldingarnar eru, at helst verða klárir til í annaðkvøld.

- Eg segði við Lars Olsen í hálvleikinum, at eg føldi okkurt í baklærinum og tað bleiv ikki betri í seinna hálvleiki. Eg valdi tí at lata meg skifta út, tí eg kenni kroppin hjá mær væl. Eg vænti, at um eg tók ein sprint tá, so hevði ein rifla staðið á Tórsvølli og skotið meg í baklærið, sigur Brandur Hendriksson.

##med3##

Til venjingina í dag tóktist hann vónríkur um at spæla týskvøldið. Sum skilst, so er støðan tann sama hjá Rógva Baldvinsson. Hann steðgaði áðrenn skaðin hendi, og tí er møguleiki fyri at hann er klárur til dystin móti Malta.

 ##med4##

Ongar ábendingar vóru um liðið til venjingina, men tað tykist fyri vist, at Jóan Símun Edmundsson byrjar. Hartil segði Lars Olsen á úttøkufundinum, at Jóannes K. Danielsen er varamaður hjá Gilla Rólantssyni á høgra bakki. Stendur tað við, so fær ungi klaksvíkingurin møguliga kjansin týskvøldið.

##ms##